Loading Events
Nær
15. november 2025 kl. 17 - 17:01
Hvar
Norðurlandahúsið

Hevnd við Petur Mohr Reinert

Høli: Skálin
Longd: 45 min.

Hevnd er fyrsta skaldsøgan eftir Petur Mohr Reinert – ein nýggj og skørp rødd í føroyskum bókmentum. Hetta er ein eirindaleys og sálarliga innilig skaldsøga, ið kannar happing og tær samansettu kreftir, ið trýsta menniskju til at hevna seg.

Søgan gongur fyri seg umborð á einum trolara í Sørvági og í Havn og lýsir eina myrka ferð gjøgnum vreiði, viðbrekni og menniskjaliga grimd.

Hevnd er fyrsta bindið í einum tríbókaverki, ið kavar niður í sálarligar og etiskar spurningar um rættvísi og mørkini hjá menniskjum.

Skaldsøgan fær lesaran at seta spurnartekn við egna moralska sannføring. Hon setur truplar spurningar, og noktar at geva einføld svar.

Á hesum tiltakinum fer miðlamaðurin og rithøvundurin Niels Uni Dam at hava samrøðu við Petur Mohr Reinert.

Petur Mohr Reinert er útbúgvin tónleikalærari, orðablindalærari og hevur handilsútbúgving innan marknaðarføring og virkisskipan. Hann er pensjoneraður og býr í Svøríki. Hevnd er fyrsta skaldsøga hansara, og hetta er fyrsta bind í einum tríverki. Petur hevur givið út tónleik við bólkunum Devon og Feðgar, og hann stovnaði saman við Petur Slyne, sála, lýsingafyritøkuna Petur & Petur og Vikublaðið. Harafturat hevur hann spælt ein týdningarmiklan leiklut í føroyskum tónleikalívi, m.a. sum stigtakari til Ólavsøkufestivalin.

Niels Uni Dam er cand.comm og rekur samskiftisfyritøkuna Nudlavirkið. Hann gav sína fyrstu bók út fyri 31 árum síðani, og hevur síðani givið út tvey yrkingasøvn og skrivað yvir 10.000 greinar og ummæli. Í nógv ár var hann Føroya mest umrøddi ummælari og hevur ummælt alt frá tónleiki til bókmentir og sjónleik. Eins og Petur hevur hann røtur bæði í samskiftis- og tónleikavinnuni – men hetta er fyrstu ferð, at hesir báðir hittast á palli.