Loading Events
Nær
16. november 2025 kl. 10 - 10:01
Hvar
Norðurlandahúsið

Nú byrjar søgan – barnabókmentir og sjónleikur hittast

Høli: Klingran
Longd: 15 min.

Setið tykkum væl til rættis og njótið søguna, sum verður kveikt til lívs í eini søguleikhúsframførslu.

Søguleikhúsið hjá Bókadeildini er upplestur fyri børn upp á ein heilt nýggjan máta. Søguleikhúsið sameinir sjónleik og bókmentir og ger upplestur til eina gandakenda uppliving. Tað er ein stuttligur, serligur og einfaldur máti at miðla søgur, sum fær børnini við í munnbornu søguna stuðlað av litríkum myndaørkum og flotta leikhúsinum. Málbólkurin er børn undir skúlaaldur.

Sunnudagin fer Gunnvá Zachariasen, sjónleikari, at lesa eina søgu í básinum hjá Bókaklubbanum í Klingruni. Á skránni eru bæði nýggjar myndabøkur og kendir klassikarar.

Fleiri ymiskar myndabøkur verða lisnar upp:

Kl. 10.00 Skrímslaveitsla
Kl. 10.45 Bukkarnir Brúsi
Kl. 11.45 Eg bestemmi
Kl. 12.45 Gruffalo
Kl. 13.45 Mítt botnlív
Kl. 14.45 Lorkuleggur

Fyriskipari: Bókadeild Føroya Lærarafelags