Else Bergitte Petersen (f. Debess) (1854-1927)
Føroya fremsti fotografur fyri fyrra heimsbardaga. Var fyrsta føroyska kvinna, sum fekk yrkisleið sum fotografur. Myndir hennara hava stóran týdning fyri føroyskan mentanararv.

Elsa Petersen. Heimild: Tjóðsavnið
Tá ið Elsa Petersen doyr í januar 1927, er hon kend víða um landið sum fotografur. Hon er vorðin umrødd sum Føroya fremsti fotografur fyri fyrra heimsbardaga. Absalon Joensen, fotografur, skrivar í minningarorðum um Elsu í Dimmalætting tann 7. januar 1928 at: “Fotografien var for hende, hvad Kunsten er for den rette Kunstner.” Hennara myndir hava stórt virði fyri føroyska mentanararvin.
Eins og nógvar kvinnur fór hon sum ung niður á háskúla. Eftir hetta lærdi hon til fotograf í Århus og arbeiddi niðri í nøkur ár. Í 1892 gjørdist hon limur í Dansk Fotografisk Forening.
Hon hevur helst virkað sum fotografur í Havn síðani 1880-árini. Fyrstu árini í barndómsheiminum Mortansstovu, men seinni í húsum í Niels Finsens gøtu 14, t.e. á horninum Niels Finsens gøta/Bøkjarabrekka. Í eyðkenda atelieri hennara lótu nógv fólk seg avmynda. Elsa hevði bústað í somu húsum. Hon gavst í 1914.
Í síni yrkisleið tók hon eisini lut á framsýningum. Í 1895 var hon við á “Kvindernes Udstilling fra Fortid og Nutid” í Keypmannahavn. Her sýndi hon m.a. myndir av Jóannesi bónda og Effersøe, lærara. Tað var Theresa Buchwaldt, amtmansfrúa, sum hevði staðið fyri at fáa framsýningarlutir úr Føroyum.
Eitt skifti var hon gift við dananum Nicolai Eeg Pommerencke, handilsmanni; hon verður tí eisini nevnd Elsa Pommerencke. Í 1893 giftast hon og Hans Christian Petersen, ið var fyrstilærari við almúguskúlan. Hjúnini vóru barnleys, og Elsa testamenteraði Ellisheiminum í Havn 5000 kr.
Heimildir:
Hansen, Steffen Stummann. Kvindelige Pionerer. Et Bidrag til Fotografiens tidlige Historie på Færøerne. 2018. Jelling.
Joensen, Absalon. Else Birgithe Petersen f. Debes. Í: Dimmalætting 7. januar, 1928. Tórshavn.
Johannessen, Birgar. Havnin – fólk og yrki 1900-1939. 2007. Tórshavn.
Olsen. Í: Føringatíðindum 18. juli, 1895. Tórshavn.
Suðurstreymoyar kirkjubók. Fødd gentubørn 1854, bls. 47.