Loading Events
Nær
01. november 2025 kl. 21 - 21:01
Hvar
OY
Prísur
DKK 250

Marius Ziska + & Bartal

Bólkurin hevur vunnið FMA-virðislønir fyri besta sang, bestu heildarútgávu og bestu tekstir.

Marius Ziska hevur verið nógv at hoyrt á føroysku tónleikafestivalunum og í 2022 spældi bólkurin tríggjar útseldar konsertir í Norðurlandahúsinum saman við Føroya Symfoniorkestri. Bólkurin hevur eisini spælt nógv uttanlands  Og hevur nógv spennandi fyri framman.‍

& Bartal er illviljað egin og vil so gjarna passa inn. Naljugentan lýsir hann undrunarverdan, Reynadrongurin tvíheldur um, at hann er snedigur, og Kúlubøkan á Blábar himmlaði við eygunum, í tí hon skýrdi hann skald.

Tekstirnir eru háfloygdir, orðaríkir og stundum eyðkendir av uttangarðsmáli. Løgini kundu ynskt sær at verði sungin til veitsluborðhald í róðrarneystum kring landið, men vakna við kaldan dreym á veg út gjøgnum gapið, hjá idiosynkrata sangskrivaranum.

Við hópin av framførslum, bæði uttanlands og heima á klettunum, hevur hann stútt og støðugt ment tilfar til tónleikaútgávur, ið um stutta síggja dagsins ljós.

Tónleikararnir, ið fara at manna bólkin Marius Ziska á konsertini í OY eru:

Hans Marius Weihe Ziska

Heðin Ziska Davidsen

Magnus Johannesen

Kristoffur Mørkøre

Jan Rúni Poulsen