Loading Events
Nær
16. november 2025 kl. 15 - 15:01
Hvar
Norðurlandahúsið

Mál/leys (DK/GL)

Høli: Høllin
Longd: 90 min.

Kom við á eina gátuføra dansiferð fulla av rørslu og tónleiki

Kennir tú til kensluna av ikki heilt at passa inn? Soleiðis hevur danski/grønlendski koreografurin Sarah Aviaja Hammeken tað í framførsluni Speech/less eftir AVIAJA Dance. At vera partur av tveimum mentanum sum Danmark og Grønlandi, sum hava eina ógvusliga søgu saman, hevur nógvar avbjóðingar við sær – bæði góðar og harðar.

Á pallinum hitta vit tveir dansarar og ein tónleikara, sum gjøgnum modernaðan dans, sang og tónleik kanna, hvussu mann í inuittiskari mentan saman sigur hvør øðrum frá frumsagnum, sagnum og søgum. Vit hitta duldarfullar karakterir í reyðum og hvítum búnum, ið førka tankarnar bæði til danska og grønlendska flaggið, hvítu arktisku náttúruna og blóðdálkaðu hjálandasøguna.

Framførslan hóskar seg væl til børn, sum eru átta ár og eldri. Áskoðararnir eru á gólvinum og kunnu vænta at gerast partur av framførsluni.

Listafólk: Sarah Aviaja Hammeken, Alexander Montgomery-Andersen & Mathilde Rosengren Bruun
Tónleikur: Mathilde Rosengren Bruun

Fyriskipari: Norðurlandahúsið og Dansehallerne.