Loading Events
Nær
07. november 2025 kl. 22 - 22:01
Hvar
Hornahúsið
Prísur
Ókeypis atgongd

Føroyskur dansur fyri øll – eitt kvøld við lættari kvæðum

Hetta verður eitt kvøld við lættari kvæðum, soleiðis at skilja, at hetta eru vanlig kvæði, ið ofta verða havd á gólvi í almennum dansi.

Vit byrja við einum drekkamunni kl. 22:00, og so fara vit upp á gólv. Á skránni í kvøld eru:

  • Brestis kvæði
  • Brókar táttur
  • Harra Pætur og Elinborg
  • Harpu ríma
  • Okkurt styttri verður eisini kvøðið

Tekstirnir til øll hesi fýra kvæðini eru at finna á heimasíðuni: https://eystdans.dk/kvaedabokin/

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin, óroynd sum roynd