

Heilsufótbóltur, fitiviðgerð og diabetes
Altjóða diabetesdagurin 2025 er fríggjadagin 14. november, og í tí sambandinum bjóða Diabetesfelagið og Steno Miðstøðin til eitt áhugavert kvøldtiltak nakrar dagar frammanundan. Har fer May-Britt Skoradal, lektari, at greiða frá síni granskingarverkætlan um heilsufótbólt og diabetes 2, og Herborg Líggjasardóttir Johannesen, serlækni í hormonsjúkum, fer at greiða frá um medisinska fitiviðgerð og diabetes.
Øll eru vælkomin til tiltakið og umframt fyrilestrarnar hjá teimum báðum granskarunum verður eisini rúm fyri góðum práti, eins og kaffi, te og okkurt afturvið verður at fáa.
