Loading Events
Nær
25. november 2025 kl. 09 - 03. desember 2025 kl. 09
Hvar
Norðurlandahúsið

Kusanartuliat – Inntrykk & úttrykk (GL)

Høli: Skálin
Longd: 9.00-16.00 mánadag-leygardag

Uppliva nøkur av dugnaligastu listahandverkarunum í Grønlandi í dag.

Framsýningin Kusanartuliat – Inntrykk & úttrykk vísir ríkidømið og fjølbroytnið í grønlendskum listhandverki.

Her er pappír gjørt úr grønlendskum plantum, verk úr skræðu og kópaskinni, stutttligir og øðrvísi figurar úr djóratilfari, frísutir tupilakkar, figurar úr fitisteini, smúkkur gjørdar við íblástri úr grønlendsku náttúruni og smáar eskjur úr staðbundnum tilfari.

Úr ymsum tilfari og listarligum úttrykki hittast her siðbundin grønlendsk mentan og modernað handverk.

Hjá summum av listafólkunum támast mørkini millum tað gagnliga, tað frumsagnarliga og tað listarliga – eins og vit eisini síggja í t.d. sámiskari list. Onnur fara í samrøðu við søguna og samfelagsligu menningina í Grønlandi – frá hjálandatíð móti eini nýggjari sjálvsfatan sum modernað tjóð.

Kristine Spore Kreutzmann, forkvinna fyri grønlendska listafelagsskapin Kimik, hevur kuraterað framsýningina, sum áður hevur verið sett upp á Bornholms Center for kunsthåndværk, Grønbechs Gaard og Nääs Konsthantverk.

Listafólkini eru:

Hanne Bruun
Ivalo Abelsen
Kim Kleist Eriksen
Kristine Spore Kreutzmann
Lisa Kreutzmann
Lisbeth Karline Poulsen
Liv Aurora Jensen
Mike Lynge
Nadja Arnaaraq Kreutzmann
Naja Rosing-Asvid
Sofie Amondsen
Systuen Kittat