Loading Events
Nær
29. november 2025 kl. 14 - 19
Hvar
Hoyvíks Jól
Prísur
Ókeypis atgongd

Hoyvík’s Jól

Kom til eitt jólaligt vikuskifti í Hoyvíkar skúla leygardagin 29. og sunnudagin 30. novembur.

Uppliv hugnaligu jólacaféina í Hoyvíkar skúla, sum m.a. selur heitt kakao, nýbakaðar vaflur, mandlurís og annað gott.

Vitja sølubásarnar við spennandi bakstri, handverki og gávulutum og stuðla samstundis flokkum sum savnar inn til námsferðina komandi heyst.

Leygardag verður nissu-disko og annað undirhald fyri stór og smá á skránni.

Sunnudag hátíðarhalda vit, at jólatræið í Hoyvík verður tendrað. Í tí sambandi bjóðar kirkjan til holukøkur og kaffi, men eisini tá verður jólcaféin opin og til ber at njóta útsýnið yvir móti kirkjutorginum og vakra trænum. Sølubásarnir eisini hava opið.

Verið vælkomin til eitt hugnaligt og jólaligt vikuskifti, sum leggur upp til hugna og samanhald í Hoyvík.

Tiltøk verða dagførd inni á: FB Hoyvík´s Jól / SKRÁ