

Like A Roling Stone
21. februar verður Dansifrøi karmur um eina konsert við klassikarum, orku og ósviknum Rock’n’Roll-anda. Vit taka teg við á eina ferð gjøgnum óteljandi hittini hjá The Rolling Stones.
At syngja og leiða okkum gjøgnum konsertina, hava vit fingið tveir kendar Rolling Stones elskarar, Hans Ravnsfjall og Signar í Homrum, sum fara at seta teirra heilt serliga dám á hesar ikonisku sangir.
Afturat sær hava teir ein væl samanskrúvaðan bólk, mannaður við:
- Henning Hjalt Nicodemussen
- Eyðun Johannesen
- Jóhan Ziskason
- Bernhard Højgaard Petersen
- Laila Carlsen
Hetta er kvøldið fyri allar Stones-fjepparar og øll, sum elska góðan, orkumiklan tónleik.
Hetta verður ein uppliving, tú ikki vilt missa.
Vit gleða okkum at síggja teg!
