Loading Events
Nær
13. desember 2025 kl. 09 - 09:01
Hvar
Norðurlandahúsið
Prísur
DKK 145

Lusiumorgun við Silvitni

Høli: Forhøllin
Longd: 45 min.

Vit fara at lýsa ta myrku tíðina upp við at bjóða til morgunløtu við íblástri úr Lusiu-siðvenjum. Við livandi ljósi og vøkrum sangi fara vit at binda frið í teimum ofta rokaligu døgunum upp undir jól.

Hendan morgunin fer kvinnukórið Silvitni at veita okkum jólafrið við vøkrum sangi. Tær fara at syngja Lusiu-sangin kl. 9.15 og aðrar sangir, sum fylla rúmið, meðan Tita borðreiðir við heitum drekkamunni og “lussikattum” eftir svenskari uppskrift.

Kom við, anda út, slepp herðunum og finn ró í okkara vøkru hølum, fyltum við yndisligum sangi, livandi ljósi og góðum bakstri frá Titu.
Vælkomin!

Við í prísinum er ein «lussikattur» og kaffi/te.  

Mynd: Victor Alejandro Rubilar Rivera