Loading Events
Nær
17. desember 2025 kl. 19:30 - 19:31
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis atgongd

Open Mic / Open Stage við MYRKHEIM

Vertirnir Anna og Arnold bjóða aftur vælkomin við teirra entusiasmu og opnu ørmum. Tey leggja dent á eitt trygt og mennandi umhvørvi, har sangskrivarar, yrkjarar, tónleikarar og skemtarar kunnu royna nýtt tilfar ella deila tað, ið hevur ligið í skuffuni í longri tíð.

MYRKHEIM er ein metal bólkur, sum spælir eitt bland av thrash og heavy metal. Teir byrjaðu at spæla saman fyri umleið tveimum árum síðan í venjingarhølinum í Margarinfabrikkini. Tað er hart, skjótt og tungt – júst sum tað eigur.

Manningin er:
Hávardur Jákup Danielsen – sang og el gittar
Bragi Bloch Jónasarson – el gittar
Teitur Dam – el gittar
Aaron Mortensen – bass
Tummas Lauritsen – slagverk
Dávid Petersen – trummur

Innskriving: kl. 19.30
MYRKHEIM á pall: kl. 20.00
Stað: Reinsaríið
Ókeypis atgongd