Loading Events
Nær
29. november 2025 kl. 20 - 20:01
Hvar
Norðurlandahúsið

Pan-ArcticVision 2025 – finala

Longd: 150 min

Umboð fyri Føroyar er “Dóttir” – beinleiðis stroyming úr Iqaluit (CA)

Gevið gætur: Tiltakið verður bara víst á netinum frá klokkan 20, leygarkvøldið 29. November

Nú verður tað! Nú skal avgerast, hvør vinnur Pan-ArcticVision, sum er nýggja altjóða tónleikakappingin fyri arktiska økið – ella ein Eurovison fyri Arktis.

Pan-ArcticVision kappingin verður stroymd beinleiðis Iqaluit 10 tónleikarar úr 10 ymiskum londum í arktiska økinum fara at kappast um at fáa flestar atkvøður og vinna kappingina. Tað verður sera spennandi at vita, hvussu fer at gangast hjá føroyska íkastinum til kappingina: VITAN , sum bólkurin Dóttir framførir. Súsanna Herálvsdóttir hevur bæði skrivað orð og lag

Gittarleikarin Aske Mattias Folkemann spælir saman við Súsannu in Iqaluit.

Finalan verður stroymd og vit sleppa at greiða okkara atkvøðu á netinum.

Seinni um kvøldið verður avdúkað, hvussu atkvøðurnar eru býttar – eitt nú, hvør hevur fingið douze points!

Fylg við kappingini heima Far inn á panarcticvision.org ella á Facebook-síðuna. Tú fært greitt atkvøðu gjøgnum hesar síðurnar.

PanArcticVision

Pan-ArcticVision er ein altjóða tónleikakapping, sum hevur sín íblástur úr Eurovision. Tó, fyri føroyskar tónleikarar er ein ávísur munur; í Eurovision kunnu teir ikki kappast undir egnum flaggi, tað kunnu teir á Pan-ArcticVision. Hugsanin handan Pan-ArcticVision kappingina er at varpa ljós á tónleikamentanina kring Arktis, umframt á ymisku málini, eyðkennini og mentanirnar í økjunum.

Hetta er triðju ferð, at skipað verður fyri Pan-ArcticVision. Fyrsta Pan-ArcticVision kappingin varð hildin í 2023 í Vadsø í Norðurnoregi, tá luttók Guðrið Hansdóttir fyri Føroyar og í fjør var kappingin í Nuuk í Grønlandi og tá var føroyska umboðið Esther Skála.

Pan-ArcticVision er fyriskipað av NORDTING – The Northern Assembly

Verkætlanin verður stuðlað av Norðurlendska Mentanarráðnum o.ø.

Gittarleikarin Aske Mattias Folkemann spælir saman við Súsannu in Iqaluit. Finalan er kl. 15:00 Iqaluit tíð og klokkan 20 føroyska tíð .  

Atkvøðast kann her