

Limadagur: Gløgg um fysioterapi
Kl. 17:00
Møta til gløgg og holukøkur
Kl. 17:30
Plantar fasciopati
Tróndur Fríði Tróndarson, Cand.San. Musku.Fys.
4. mai í ár var nýggj klinisk rætningslinja frá Dansk Selskab for Sportsfysioterapi útgivin við “Forfatter” Tróndur Fríði Tróndarsson. Tróndur kemur at greiða frá hvørji tilmælini eru um plantar fasciopati, og hvussu hetta kann implimenterast í praksis.
Kl. 18:15
Kann tøkni viðvirka til at fáa innlagdar sjúklingar meira kropsligar virknar?
Durita Viderø Gunnarsson, Ph.D. lesandi
Durita kemur at greiða frá hvat stillsitandi atferð og manglandi virkni er, og hví og hvussu er tað ein trupulleiki tá tað kemur til innlagdar medisinskar sjúklingar. Og setur við sínari verkætlan spurningin, um tøkni kann brúkast til at økja um virkni og minka um stillsitandi atferð hjá innlagdum medisinskum sjúklingum.
Kl. 19:00
Status: Fysioterapi í Føroyum
Niklas Reginsson, Fysioterapeutur og nevndarlimur
Opið kjak um støðuna í dag, har øll luttakandi á limadegnum kunnu koma við teirra meining um støðuna, um samstarvið við Danske Fysioterapeutur, um tankan um at gera egið føroyskt felag. Um støðuna í Føroyum, samstarv ímillum geirar (Sjúkrahús, kommunalt, AV, privat, gransking), um hvørjir manglar eru í Føroyum, og hvat felagið evt. kann arbeiða fram ímóti fyri at betra um korini hjá okkum øllum. Niklas er orðstýrari.
*G.G.:
Vinarliga skráset um tú luttekur
Til ber at tekna seg sum lim á degnum
