

Poppur og jól við Ester Skála
Tit kunnu hoyra vældámdu løgini: Unicorn, Mellow Cat og Blue Eyes, sum hava verið at hoyra nógv í útvarpinum. Tit kunnu eisini gleða tykkum til nøkur jólaløg, sum Ester sjálv hevur skrivað og goymt í lummanum alt ov leingi.
Støkk inn á gólvið, um tú ert úti og keypir jólagávur, ella bara hevur hug til ein heitan kaffikopp. Til tey sum ynskja eini ljósareyð jól, so er litríka LP plátan hjá Ester eitt gott jólagávuhugskot og kann keypast hjá okkum.
Vit síggjast!
-Konsertin er stuðlað av Økistónum
