Loading Events
Nær
30. november 2025 kl. 14 - 21. desember 2025 kl. 18
Hvar
Gamla Kondittaríið
Prísur
Ókeypis atgongd

Jólahugni á Konditarínum

Her verða jólini lýst við savnslutum frá Tórshavnar býarsavni, eitt nú úr søvnunum hjá Katrinu Christiansen og Birgari Johannesen og harumframt við myndum frá Tjóðsavninum.

Framsýningin letur upp í Kondittarínum 29. november kl. 14 og er opin til kl. 18. Hon lýsir umleið tað tíðarskeiðið, tá ið Konditaríið læt upp, t.e. uml. frá 1925 og fram til 1940.

Vit bjóða karamellur bæði til vaksin og børn.

Framsýningin er opin hvønn leygar- og sunnudag kl. 14-18 fram til jóla.
Vælkomin inn í eina tíð, har gomul jólalig minni vakna aftur.