Loading Events
Nær
31. januar 2026 kl. 14 - 14:01
Hvar
Norðurlandahúsið
Prísur
DKK 50 – 150

Barnakonsert: Nu Ska Vi U Å Sejle

Høli: Klingran
Longd: 90 min (íroknað steðg)

Gleð teg til eina hugnaliga konsert til alla familjuna við brúsandi djassi og klassisku frásøgnini av plátuni Nu Ska Vi U Å Sejle – nú á føroyskum.

Jazzarifics
Fyrst fara vit at hoyra Jazzarifics, eitt spennandi barnadjassorkestur, sum byrjaði í 2022, tá tónleikararnir vóru bara 7-10 ár.

Tey hava longu framført í Gulu Smiðju, Blábar, Vetrarjazz og Listastovuni í Miðvági – og hava bergtikið áhoyrararnar á Kids in Jazz í Oslo og Djasshátíð barnanna í Mosfellsbær.

Henda seinnapartin leggja tey fyri við klassiskum djasstónum eftir Freddie Hubbard, Dave Brubeck og Miles Davis.

Sway og Yggdrasil
Aftan á steðgin møta vit áarrossinum Maggu, slanguni Hans Óla og giraffinum Tóru, sum lána bátin hjá abba og sigla allan vegin til undurfulla Carambalandið, har nógv ævintýr bíða eftir teimum.

Ikoniska barnafløgan Nu Ska Vi U Å Sejle frá 1977 er eftir Kristian Blak. Tá ferðaðist hann runt við Sharon og framførdi søguna fyri børnum í Føroyum og í Danmark.

Nú fara Sway og Yggdrasil at bera søguna fram – á føroyskum. Kári Øster, Dania O. Tausen o.o. hava týtt og umyrkt tónleikin.

Kostnaður: 150 kr
Børn (13 ár og yngri): 50 kr.