Loading Events
Nær
28. februar 2026 kl. 19 - 19:01
Hvar
Norðurlandahúsið
Prísur
DKK 200

Geytin 2026

Støða: Útselt
Høli: Høllin
Longd: 3 tímar

G.G. Dyrnar lata upp kl. 18.00 við einum vælkomstdrykki

Reyður løbari, brús í gløsunum og gyltar virðislønir. Aftur í ár savnast filmselskarar og filmsskaparar úr øllum Føroyum, tá umtókta stuttfilmskappingin Geytin fer av bakkastokki. Keyp atgongumerki í dag og ver við til at fagna føroyskari stuttfilmslist til Geytan í 2026.

Hetta hátíðarkvøld verður ársins besti føroyski stuttfilmur kjósaður. Birgir Kruse er vertur.  

Tey tilnevndu eru: 

  • Thomas Koba við filminum, “Áin”
  • Rakul Ró Steintórsdóttir og Niels Jóhan Sigurðsson við filminum, “Hendir her”
  • Maria Tórgarð við filminum, “Mammuskepilsið”
  • Anna Joensen-Næs við filminum, “Sansa”
  • Eir í Ólavsstovu við filminum, “Tað er ikki synd í mær”
  • RAMMATIK (Rannvá Káradóttir og Marianna Mørkøre) við filminum, “TREGI”
  • Maria Winther Olsen við filminum, “Vælkomin heim”

Stuðulin til Geyta-virðislønina á 40.000 kr er latin av Runavíkar kommunu, og stuðulin til Áskoðaravirðislønina, sum í ár eisini er 40.000 kr, er latin av Tórshavnar kommunu.

Tey, ið sita í dómsnevndini, við torføru uppgávuni at velja vinnaran av stuttfilmskvøldinum, eru Filmshúsið, Kringvarp Føroya, Felagið Føroysk Filmsfólk, Filmsfelagið og Klippfisk.

Geytin skal birta, stimbra og eggja til áhuga fyri føroyskari stuttfilmslist. Geytakvøldið heiðrar føroyska filmsframleiðslu og er eitt høvi fyri bæði filmsfólk og filmsáhugaði at hittast. Stuttfilmskappingin er eitt samstarv millum Filmshúsið og Norðurlandahúsið.