

Alpha-skeið
Alpha er eitt skeið, har tú saman við øðrum kanst kanna kristnu trúnna nærri. Kanska tú finnur svarið, um tú ert opin og forvitin.
Alpha-kvøldini byrja við, at vit eta eina máltíð saman, síðani verður ein fyrilestur um evnir sum t.d. ”Hvør er Jesus?”, ”Hví og hvussu skal eg biðja?” og ”Hvussu fái eg mest burturúr restina av lívinum?” og onnur áhugaverd evnir.
Eftir at vit hava fingið ein drekkamunn, fara vit í smærri bólkar, har vit kunnu práta saman um tað, sum evnið hevur givið íblástur til. Í bólkinum kunnu øll koma til orðanna, og har er rúm fyri trúgv, iva og tolsemi.
Alpha er fyri øll, uttan mun til hvørja sannføring tú hevur um trúgv.
Alpha-skeiðið er ein samanhangandi skeiðsrøð yvir 11 mikukvøld, eitt heilan leygardag, gisting og hálvan sunnudag og Alpha-veitslu.
Tú fært mest burturúr við at luttaka øll skeiðskvøldini. Um tað ikki ber til at koma onkur kvøld, ert tú kortini vælkomin at luttaka tey kvøldini, tað liggur fyri.
Um tær dámar samfelag, áhugaverd prát og hugnaligar máltíðir, so er Alpha-skeið tað rætta fyri teg.
Meira fæst at vita á Alpha Føroyar á facebook ella við at ringja til tel. 228004 ella skriva til alphaskeid@gmail.com.
