Loading Events
Nær
23. januar 2026 kl. 21 - 22
Hvar
OY

VETRARJAZZ 2026 – Deborah & 7Heaven (US/DK/FO)

7Heaven bjóðar til eitt serligt tónleikakvøld, har amerikanska songkvinnan DeBorah aftur stendur á palli saman við bólkinum. Síst hon stóð á pallið við hesum bólki var ikki meira enn 20 ár síðani. Skráin fevnir um jass, blues og gospel, framførd við nærveru, sniðiligheit og djúpari søguligari rødd.

DeBorah hevur sínar jassrøtur úr uppvøkstrinum, har pápin Walter Stanley Herbert var hennara størsta íblástur. Hann var staddur í París undir seinna heimsbardaga, har hann bleiv tættur við nakrar av mest týðandi jassnøvnunum í søguni, Billy Strayhorn, Duke Ellington og Dizzy Gillespie. Hetta førdi eisini til, at DeBorah sjálv fekk møguleikan at hitta og syngja saman við Dizzy Gillespie.

DeBorah hevur búð 25 ár í Keypmannahavn, har hevur hon samstarvað við fleiri av teimum stórum nøvnum í Danmark, millum annað Horace Parlan, Richard Boone og Ed Thigpen.

Hetta kvøldið savnar tónleikurin amerikanskar og norðurlendskan røtur, har søgur og ljóð ferðast frá Afriku, ígjøgnum Amerika, og nú til Føroya í eini serstakari jass- blues uppliving.
DeBorah fegnast um at vitja Føroyar aftur og at samstarva við framúrskarandi tónleikararnar í 7Heaven.

Deborah Herbert (sang), Brandur Jacobsen (trummur), Leivur Thomsen (gittar), Arnold Ludvig (bass), roWan aka Róin Siggertsson (sang)

Keyp JazzPazz á blabar.fo
VETRAR JAZZPASS 2026 22.jan. – 1.feb. 17x Konsertir

Norðurlandahúsið
Tórshavnar kommuna
Eiðis kommuna
Vága kommuna
Runavíkar kommuna
Mentanargrunnur Landsins
Mentamálaráðið
Hiddenfjord
OY Brewery
Økistónar
Koda
Gramex
Auto Taxi
Hotel Hafnia
Hotel Tórshavn
Nordic Culture Point
NATA