

VETRARJAZZ 2026 – MonkeyRat ft. roWan (FO)
Anna Iachino, av italskari ætt og úr Montreal í Kanada, er sangskrivari, sangari, rappari, yrkjari, dansari og frásøgukvinna. Arnold Ludvig úr Føroyum er tónaskald, arrangør, og virðisløntur bassleikari. MonkeyRat leverar fleirsjangrutónleik, sum í høvuðsheitum hevur rót í Funk. Bólkurin varð stovnaður í Keypmannahavn við virðislønta gittarleikaranum, Alain Apaloo úr Togo og framúrskarandi danska trummuleikaranum Jens Stoklund. MonkeyRat gav sína fyrstu fløgu út í 2010, “Fuck The Jante Law”, og síðani “Sunshine” í 2012.
Í 2016 komu fýra funky talgild stakløg út við MonkeyRat & The Hentze Horns brølandi við “Ba Da Boom Boom Bass”.
“Get into The Light”, hip-hop/gospel staklagið hjá MonkeyRat í samstarvi við Debbie Cameron, Deborah Herbert og Joanitu Zachariasen, varð útgivið í 2018.
Í 2020 útkom popp/soul staklagið og videolagið, “U Gotta Love Being U ft. Alain Apaloo, sum var fyrsta samskrivaða lagið hjá Onnu saman við Hans Andrias Jacobsen og BEINIR. MonkeyRat útgav eisini funk banger staklagið og stuttliga videolagið, “Good Morning Reykjavík” sama ár.
Í 2022 útgav MonkeyRat eitt neo-soul staklag, “The Child” ft. Anna Sofía Skoradal og episku EP’ina, “Isolation”, ein listapsykedeliskur jazzrokksangur, sum Anna hevur komponerað og yrkt.
Í 2024 byrjaðu MonkeyRat & The Hentze Horns árið við teirra stuttliga smash staklagi og stuttliga videolagnum, “Niels Uni Dam”. Tann 10. mai gnísti MonkeyRat over-drive til psykedelisku rock-sound’ini frá 1969, við tveimum spektakulerum guitarsoloum hjá Alain Apaloo á “What A Crazy World”.
Í juni kavaði MonkeyRat seg djúpt niður í afrikansk funky beats og vokalar saman við Ayi Solomon, sum var gestarappari, dansari og slagverksleikari, á staklagnum, “Where’s The Peace?”
Hetta kvøldið á Blábar fer MonkeyRat at framføra saman við virðisløntum føroyskum tónleikarum og gestasangarinnuni roWan, sum er við á fyrstu og aðru fløgu hjá MonkeyRat, og fara at framføra teirra hitt-stakløg, “Pastel Shades”, “Amsterdam”, og “Missing U”.
Anna Iachino – vokal
Arnold Ludvig- bass
Ólavur E. Gaard – gittar
Rógvi á Rógvi – trummur
roWan – sang
Keyp JazzPazz á blabar.fo
Norðurlandahúsið
Tórshavnar kommuna
Eiðis kommuna
Vága kommuna
Runavíkar kommuna
Mentanargrunnur Landsins
Mentamálaráðið
Hiddenfjord
OY Brewery
Økistónar
Koda
Gramex
Auto Taxi
Hotel Hafnia
Hotel Tórshavn
Nordic Culture Point
NATA
