

Addeq (GL/FO) og Jákup Tórgarð Trio (FO)
Høli: Klingran
Longd: 120 min (íroknað steðg)
Addeq
Addeq er tónleikur sprottin úr sambandi millum Grønland og Føroyar.
Tað byrjaði við tónleikaferð hjá føroyskum fólkatónleikarum, m.a. Kristiani Blak, til Grønlands í 1987. Her hittu teir trummudansaran Anda Kuitse úr bygdini Kulusuk.
Seinni fór Kristian aftur til Grønlands at spæla tónleik við íblástri úr lívinum og umhvørvinum hjá Anda Kuitse. Hetta varð so seinni til útgávuna, sum Kristian og Anda spældu inn í Føroyum saman við afrikanskum og svenskum tónleikarum. Útgávan fekk heitið Addeq – sum er grønlandska navnið fyri tað, vit kenna sum óerla.
Henda seinnapart verður høvi at hoyra hesa útgávuna, tá Kristian Blak, Angelika Hansen, Heðin Ziska Davidsen og Mikael Blak fara á pall saman við Miké Thomsen.
Mike er sjónleikari, dansari og tónleikari; harafturat hevur Anda Kuitse lært hann eysturgrønlendskan trummudans. Hann hevur áður spælt saman við Yggdrasil, Resterne af Rigsfællesskabet og fleiri øðrum føroyskum tónleikabólkum.
Hoyr Addeq-plátuna frá 1989 her
Jákup Tórgarð Trio
Hetta er aðru ferð hesin nýggi og áhugaverdi trímannabólkur spælir í Norðurlandahúsinum. Tónleikurin kann lýsast sum lívlig og meistarlig blanding av nýmótans djassi og klassiskari impressionismu.
Bólkurin framførdi á fyrsta sinni á Summartónum 2025 og á Listasavninum á Sandi.
Jákup Tórgarð – klaver
James Goodwin – slagverk
Torleik Mortensen – bass
