

MUMI (FO) – Vetrarjazz 2026
MUMI
Segði nakar jazz? Ella rokk? Ella var tað R’n’B? Sama ger, tí hesir ungu
tónleikararnir duga alt. Tey eru næmingar á Musikkskúlamiðnámi í Tórshavnar musikkskúla, og tá tey ikki eru í skúla ella til arbeiðis, finnur tú tey í venjingarhølunum í musikkskúlanum, strembandi eftir at duga enn betri enn í gjár.
Tey hava snikkað saman eina heilt serliga jazz-skrá til høvið og eru spent at vita, hvussu væl tær dámdi konsertina! Tey koma úr nærum øllum hornum í landinum – úr Vági, Klaksvík, Kvívík, Vestmanna, av Toftum, úr Fuglafirði og Havn – so nú er ikki at setast aftur, tí tað kann meir enn so vera, at millum hesi ungu finnur tú tann næsta Art Tatum ella Ellu Fitzgerald!
Glasull
Glasull kvartett er ein bólkur mannaður av fýra ungum føroyskum tónleikarum: Treysti Holm (gittar), Heini Hofgaard Johannesen (bass), Inga Laksáfoss Simonsen (tangentar), Asger Schmidt (trummur). Stílurin er merktur av fusion jazz. Bæði tulkingar av
etableraðum jazzløgum og egin løg verða at hoyra.
- Treysti Holm (gittar)
- Heini Hofgaard Johannesen (bass)
- Inga Laksáfoss Simonsen (tangentar)
- Asger Schmidt (trummur)
Keyp JazzPazz á blabar.fo
