
Plúmm í OY – Vetrarjazz 2026
Plúmm hevur verið til síðani miðskeiðis í 80’unum. Bólkurin hevur virkað bæði sum sjálvstøðugur bólkur og spælt undir hjá øðrum innan fleiri sjangrur – rock, popp og jazz. Best kent er helst samstarvið við Terja Rasmussen “Terji & Føstufressar”. Annars hava limirnir í bólkinum spælt við einum ótali av artistum. Tá ið teir koma saman sum tónleikarar undir egnum fortreytum, er tað undir navninum Plúmm.
Teir, ið manna bólkin á Vetrarjazzi 2026, eru:
Magnus Johannesen (keyboards), Arnold Ludvig (bass), Johan Hentze (trompet), Rógvi á Rógvu (trummur) James Olsen (slagverk/sang) og Leivur Thomsen (guitar), James Philip Goodwin (slagverk).
