Loading Events
Nær
24. januar 2026 kl. 21 - 21:01
Hvar
OY
Prísur
Ókeypis atgongd

GØ í OY – Vetrarjazz 2026

Í dag eru hesir nakrir av mest umbidnu tónleikarunum í Føroyum, og teir halda enn fast í tí somu rebelsku tilgongdini tá teir skriva og spæla tónleik; alt er lov í GØ. Meðan ljóðmyndin, ið GØ skapar, leitar sær aftur til 60’ini og 70’ini, so bera kompositiónirnar brá av film noir, spaghetti western, jazzi og rokki.

Eitt er í hvussu so er sikkurt, og tað er at GØ bjóðar lurtaranum við inn í teirra serstaka tónleikaheim við fangandi kompositiónum, stuttligum improvisatiónum og skeivum tónum.

Ólavur Eyðunsson Gaard (gittar), Kristian Pauli Ellefsen (tangentar), Árni Jóhannesson, (bass), Hjørtur Háberg (trummur), Sjúrður Zachariasson (saksofon)

Keyp JazzPazz á blabar.fo