

Streingir ið tóna við Ronju
Vit á Føroya Fólkaháskúla byrja okkara konsertrøð ‘Streingir ið Tóna’ við Ronju, ið er nýggjasta stjørnuskotið á føroyska tónleikapallinum.
Ronja skrivar fangandi løg og hugtakandi tekstir, ið bergtaka fjøldina við síni nærveru. Gleði tykkum til eina inniliga konsert á Føroya Fólkaháskúla.
Tiltakið er stuðlað av Økistónum.
