Loading Events
Nær
26. januar 2026 kl. 22:30 - 23:59
Hvar
Blábar
Prísur
DKK 150

Supervisjón (DK) – dupultkonsert – Vetrarjazz 2026

Í einum ráblend av noise, techno, footwork og juke, spunnin saman við hansara punkkendu sinnalagi, leitar Supervisjón inn í tað, ið spøkir undir yvirflatuni í gerandisdegnum.

Í millimetrunum av orkumiklum dansi—rytmu, brotum og droymligum, sjangrandi melodískum endurskini stendur samplaða røddin hjá yrkjaranum Lív Mariu Róadóttur Jæger og fangar sárini og tey smáu brotini av einum heilt vanligum lívi: bobbluplastið við flutningi, pappeskjurnar, reinsanina, orðadráttirnar, stríðini, bankalánini, arbeiðið, kærleikan—til bæði menniskju og maskinur.

Supervisjón vil lata lurtaran uppliva eina kenslu av persónligari frælsi og dansi uttan mørk.

Lasse Jæger – elektronikk og vokal

 

Keyp JazzPazz á blabar.fo