Loading Events
Nær
08. mai 2026 kl. 17:30 - 22:30
Hvar
Føroya Fólkaháskúli
Prísur
DKK 1.800

Meg minnist – skriva tínar endurminningar

Vit viðgera endurminningar sum tekstaslag, og spyrja, hvat eru minnir, og hvussu er við trúvirðinum? Hvør er móttakari, og hvussu savnar og skipar tú tilfarið? Eisini fært tú amboð at menna egið skrivingarlag. Tey, sum hava hug, kunnu lesa upp og fáa/geva afturboðan.
Øll eru vælkomin – eisini tú, sum sum ikki hevur skrivað nakað fyrr. Hav skriviamboð við, antin blýant/skrivibók ella teldu. Málið er føroyskt.
Stundir verða eisini til hugna og sosiala samveru.

Øll eru vælkomin.