Loading Events
Nær
08. apríl 2026 kl. 20 - 20:01
Hvar
Norðurlandahúsið
Prísur
DKK 75 – 150

Odyssé gittarans (SE/FO)

Høli: Klingran
Longd: 60 min (uttan steðg)

Kom við Talos Guitar Duo á eina tónlistaferð gjøgnum ríka ljóðheimin hjá gittaranum. Á konsertini Odyssé gittarans hittast klassisk meistaraverk og nýskrivaður tónleikur í eini skrá, ið speglar bæði stoltu siðvenjuna og ta livandi framtíðina hjá gittaranum.

Á skránni eru verk úr vanligu tónleikaskránni hjá gittar-duoini, umframt frumframførslur av verkum, sum eru skrivað sum liður í verkætlanini Nýggjar røddir til gittar. Fýra ungir næmingar í tónasmíði leggja fram síni verk, ið eru ment í tøttum samstarvi við Talos Guitar Duo og tónaskaldið Sunleif Rasmussen.

Hetta verður ein fjálg, virtuos og nýmótans konsert, sum sýnir óendaligu møguleikarnar hjá gittaranum og gevur áhoyrarunum eitt serligt innlit í røddirnar hjá framtíðar tónaskøldum.

Talos Guitar Duo:
Fred Holmlund og Alvi Joensen