

Nem við meg, nem ikki við meg (DK)
Høli: Skálin
Longd: 65 min.
Hvat hendi til veitsluna? Hvør skoraði hvønn? Hvørji eru blivin par, og hvørji hava gjørt tað liðugt? Hvat fer at henda á næstu veitslu?
Tá floksfelagar tosa um veitslur, um forelskilsi og kærleika, kennir Ester seg uttanfyri. Hon gongur í 1.s, men hevur als ongan áhuga í hvørki dreingjum ella fjasaríi; hon sigur seg sjálva vera aseksuella.
Pápi hennara vónar, at hon skjótt fer at finna “tann rætta”. Tá besti vinur hennara fær damu, og hon samstundis má vísa, at hon ikki er áhugað í Sofíu, sum er forelskað í sær, fer hon at ivast í sær sjálvari. Bagir henni nakað?
Nem við meg, nem ikki við meg (Rør mig, rør mig ikke) er leiksýning um samleika, vinaløg og dirvið at vera tann tú ert í ungdómsmentan, har tað í stóran mun snýr seg um at vera sum hini. Søgan um Ester er bæði skemtilig og álvarsom. Hon snýr seg um, hvussu Ester stríðist við at fáa fótafesti í lívinum sum studentaskúlanæmingur – og skilur, at ungdómslívið er so ymiskt frá persóni til persón.
Aldursbólkur: úr 13 ár
Sum partur av Norðurlendska Ráðharraráðnum arbeiðir Norðurlandahúsið til frama fyri inkluderandi, javnstillandi og fjáltáttaðum Norðurlondum. Rør mig, rør mig ikke er liður í hesum arbeiði við at leikurin varpar ljós lívið sum tannáringur – við skemti, hjarta og á høgum listarligum støði.
Leiksýningin er framleidd av leikbólkinum Hils Din Mor
Leikritahøvundur: William Lippert
Leikstjóri: Mette Ovesen
Pallsmíð: Gøje Rostrup
Ljós: Henrik Sloth
Ljóð: Anton Bast
Avgreiðsla/tøkningur: Stefan Tarabini
Leikarar: Laura Kronborg Kjær, Alberte Riis Alexis Ibsen, René Benjamin Hansen
Ráðgevar: Foreningen for Aseksuelle i Danmark
Mynd: Montgomery
