Loading Events
Nær
03. februar 2026 kl. 19 - 19:01
Hvar
KFUK
Prísur
Ókeypis atgongd

Etisk kvøldseta: Dumhet, idioti og dumme idioter

Lars hevur skrivað nakað so sjáldsamt sum eina skemtiliga, heimspekiliga bók um býttleika og idioti. Bókin eitur “Dumhet, idioti og dumme idioter”, og snýr seg um tankavirksemi, kjakmentan og okkara lyndi til trongskygni, treiskni og lættisoppaniðurstøður.
Í bókini gerast ‘býttleiki’ og ‘idioti’ til heimspekilig hugtøk. Tey snúgva seg ikki um intelligens ella vitan, men um hvørt ella hvussu vit hugsa. Býttur er tann, ið ikki hugsar sjálvur, meðan tann, ið gaman í hugsar sjálvur, men á onkran hátt hugsar skeivt, er idiotiskur. Øll eru vit sek í bæði býttleika og idioti. Í øllum førum til tíðir, og soleiðis má tað eisini vera. Tað er tó av alstórum týdningi, at vit gera okkum ómak fyri ikki at gerast býttir idiotar: At vera óvitandi um at vera óvitandi, og vera so sannførd um egnu veruleikafatan, at próvførslur og grundgevingar, sum kunnu benda á ein annan veruleika, ikki longur rína við.
Undir skemtiligu yvirflatuni liggur ein greiður álvari. Tá ið vit ikki eru før fyri at skilja millum skynsama argumentatión og býttleika ella idioti, gloppast dyrnar til eitt nú vandamiklar politiskar avgerðir.
Fyrilesturin verður á norskum, og varar í umleið 45 minuttir. Aftaná verður høvi til spurningar og kjak.
Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Til ber at lesa um bókina, og eina samrøðu við høvundin, her:

https://www.zetland.dk