Loading Events
Nær
11. februar 2026 kl. 20 - 22
Hvar
Havnar Bio
Prísur
DKK 100

Die, My Love (Lynne Ramsay Bretland USA 2025 119 min)

Hóast Grace roynir, hevur hon ilt við at finna seg til rættis í nýggja leiklutinum og fjara umhvørvinum har kærleiki, dreymar og óvæntaðar avbjóðingar tørna saman. Mamma hansara, Oscarvinnarin Sissy Spacek, varnast, at alt ruggar ikki rætt hjá verdóttrini. 

Bæði leikstjóri og høvuðsleikari munnu hava havt tær sterkastu lýsingarnar um og av móðurskapi í nútíðar filmi. Skotski leikstjórin, Lynne Ramsay (f.1969), við filminum ”We need to talk about Kevin” í 2011, og Jennifer Lawrence (f.1990) sum høvuðsleikari í Aronofsky filminum ”Mother!” í 2017. 

Søguna skrivaði jødisk-argentinska Ariana Harwicz (f.1977) á spanskum í 2012 við heitinum ”Matate, amor”. Ummælarar róstu søguni fyri inniligu og kenslubornu lýsingina av parlagi, móðurskapi og samleika. 

Filmurin ”Die, my love” var í høvuðskappingini í Cannes 2025 og fekk serstakliga góð ummæli, serliga fyri sterka og ótamda leiklutin hjá Jennifer Lawrence, ið ummælarar meta verdan minst eina Oscarvirðisløn.