Loading Events
Nær
14. februar 2026 kl. 16 - 16:01
Hvar
Norðurlandahúsið
Prísur
DKK 100 – 200

Tær fýra árstíðirnar – Vivaldi

Støða: Útselt
Høli: Klingran
Longd: 100 min (íroknað steðg)

Tær fýra árstíðirnar eftir Antonio Vivaldi er eitt tað mest ikoniska verkið í tónleikasøguni – og av góðum orsøkum. Í fýra lívligum violinkonsertum endurgevur Vivaldi fuglasong, ódnarveður, summarhita og vetrarkulda so livandi, at tónleikurin framvegis kennist frískligur, fysiskur og nærverandi 300 ár seinni. Hetta kvøldið fært tú høvið at hoyra ein kamarbólk við føroyskum og útlendskum tónleikarum framføra alt verkið. Á odda stendur altjóða viðurkendi violinisturin Alissa Margulis, sum verður bæði solistur og fer at leiða ljómliðið.

Konsertin fer eisini at bjóða upp á Souvenir de Florence eftir Tjajkovski – eitt fjálgt, lagvakurt og ríkt kamarverk, sum tónaskaldið skrivaði eftir at hava vitjað Italia. Hetta eina kvøldið hittast Vivaldi og Tjajkovski, har norðurlendskir tónleikarar blása lív í tvær av størstu ferðafrásøgnunum í tónleikasøguni.

Við eru
Alissa Margulis – violin
Heiðrún Petersen – violin
Jón Festistein – violin
Gareth Lubbe – bratsj
TBA – bratsj
Per Nyström – sello
Andrias V. Poulsen – kontrabass
Jóhannes Andreassen – kembalo