Loading Events
Nær
04. februar 2026 kl. 18 - 19
Hvar
Føroya Sjósavn
Prísur
DKK 40 – 60

Rannsóknarferð á Sjósavninum

Nógvar føroyskar sagnir hava eitt sterkt tilknýti til havið og tað ókenda, sum goymir seg undir yvirflatuni. Hendan upplivingin millum fiskarnar og planturnar knýtir mentan, sagnir og siðaarv saman.

Í myrkaløgdum hølum kunnu børn og vaksin fara á rannsóknarferð og finna ymiskar verur millum perlufiskar, krossfiskar og krabbar við teirra egnu lummalyktum og uppliva lívið í havinum á ein øðrvísi hátt.

Aftaná rannsóknarferðina kunnu børnini koyra teirra pappírsleypa í ein kassa og vera við í lutakastinum um eitt gávukort til Sjósaunagos, sum gevur atgongd til alt Sjósaunagos-økið í 3 tímar við sauna, tveimum hitapottum og kaltvatnskørum. Pláss er fyri 20 fólkum og virði á vinninginum er 5000 kr.

Eisini verður gjørligt at síggja kavaran, Boga Krosstein, svimja í tí stóra karinum við pannulykt, meðan tónleikur og myrkrið skapa eina stilla og ævintýrkenda uppliving.

Eitt annað verður at fara inn í “Sjósauna” og vita um man klárar at gita ymsar angar av plantuoljum.

Kostnaður:

  • Vaksin – 60 kr.
  • Børn 5-14 ár – 40 kr.,
  • Børn 0 – 4 ár – ókeypis

GG! Minst til at hava lummalyktina við

GG! Tað ber til at melda seg til Huldulitt Sjósaunagos, sum verður aftaná tiltakið – sí saunagos.fo