Loading Events
Nær
04. februar 2026 kl. 18 - 20
Hvar
Burn Fitness
Prísur
Ókeypis atgongd

Hulduvenjing / Hulduyoga x Burn Fitness

Í sambandi við Huldulitt 2026 bjóða vit til serliga hulduvenjing og hulduyoga.

Í myrkrinum, við góðum tónleiki, serstøkum stemningi og livandi ljósi, venja vit sum huldufólk: Hetta er ikki vanlig venjing… Hetta er hulduvenjing.

Kl. 18:00 – 20:00 venja vit í myrkri í venjingarmiðstøðini í Burn Fitness.
Kl. 18:00 – 19:00 bjóðar Ksenia hulduyoga í myrkrinum við mindfulness, breathing and sound healing meditation: ein djúp, rólig og jarðbundin uppliving, har tú veruliga koplar úr (tak teppi og hosur við fyri at fáa røttu heildarupplivingina)

Atgongd:
Vit bjóða øllum ókeypis atgongd til hulduvenjing og til hulduyoga hendan dagin!
Hetta gera tit við at venda tykkum til móttøkuna. Hulduyoga krevur tilmelding, av tí at vit hava avmarkað pláss. Bílegg pláss við at senda teldupost til Burn@Burn.fo.

GG!: Hulduvenjing í myrkri = ikki dagurin at seta met í bonkpress og squat, men rætti dagurin at kveikja huldukreftirnar í tær.

Kom inn í myrkrið. Kom inn í Burn.