Loading Events
Nær
07. februar 2026 kl. 17:30 - 17:31
Hvar
Listasavn Føroya
Prísur
Ókeypis atgongd

Huldulitt 2026: Lummalyktatúrur á Listasavni Føroya

Saman við einum rundvísara fara vit at hyggja nærri at spennandi listaverkum í myrkri. Vit fara at lýsa á gátuføru linoprentini hjá Elinborg Lützen og leita eftir yvirnatúrligum og spøkilsiskendum verum.

Lummalykta-túrarnir verða leygardagin 7. februar.

  • Kl. 17.30 verður ein túrur fyri smærri børn (uml. 6-10 ár)
  • Kl. 18.00 verður ein túrur fyri størri børn (uml. 10-14 ár)

Børnini eru vælkomin at hava egna lummalykt við. Til ber eisini at læna lummalyktir á savninum.

Savnið er opið leygardagin 7. feb. kl. 11-19.

Tað er ókeypis at vitja savnið og at luttaka í lummalyktatúrum.

Tiltakið er partur av HULDULITT-tiltakinum hjá Visit Tórshavn.

Vælkomin!