Loading Events
Nær
06. februar 2026 kl. 11 - 16
Hvar
Listasavn Føroya
Prísur
Ókeypis atgongd

Huldulitt 2026: Kom og royn teg við myndevnum hjá Elinborg Lützen

Elinborg Lützen hevur arbeitt nógv við linoprentum. Í linoprentunum síggja vit nógvar spennandi verur og skapningar, sum risar og livandi beinagrindir.

Við barnaborðini eru træplátur við myndevnum eftir listakvinnuna, sum kunnu brúkast til at gera spennandi myndir við oljukriti.

Pláturnar við myndevnum eftir Elinborg Lützen kunnu roynast í móttøkuni á Listasavni Føroya frá 31. januar – 8. februar.

Savnið er opið hósdag til mánadag frá kl. 11-16.

Leygardagin 1. februar verður Huldulitt-setanin á Listasavninum og tá er opið frá kl. 11- 18.

Leygardagin 7. februar verða lummalyktatúrar fyri børn á Listasavninum og tá er opið frá kl. 11-19.

Hjartaliga vælkomin!