Femininomen
Á pallinum standa fimm dugnaligar tónleikarar, sum hvør í sínum lagi seta sítt persónliga præg á kvøldið.
Jazzygold, Gówa, Dania O. Tausen, Elinborg Pálsdóttir og Elin Brimheim fara at tulka løg hjá hvørjari aðrari.
Í ár spenna løgini breitt, og hvør tulking letur nýggjar litir og nýggjar søgur koma fram.
Í húsorkestrinum verða Vár Miðberg, Inga Laksafoss og Michala Sannino.
Vit gleða okkum til eitt serstakt kvøld og vóna, at tú vilt vera við at feira kvinnudagin saman við okkum!
Femininomen er fyri øll, sum vilja uppliva tónleik, felagsskap og vera við til at byggja javnstøðu millum kvinnur og menn á føroyska tónleikapallinum.
Tað verður FEMININOMINALT!
