

Upphav
“Fyrsta apríl 1919 fóru tríggir bátar á havið, tvey seksmannafør og eitt fýramannafar við fýra monnum.…
Tá ið tað var blivið hálvmyrkt, og eingin bátur var komin, var eingin ivi um, at ein vanlukka var hend…”
Brot úr Hest søgu eftir Jóan Chr. Poulsen (1947)
UPPHAV er um gerandislívið, korini og fortreytirnar hjá familjunum í Hesti eins væl og í øllum Føroyum hetta tíðarskeiði. Leikurin er serstakur, tí hann er ikki bert søgan um menninar, sum druknaðu, men eisini um kvinnurnar og børnini, sum sótu eftir í einum samfelag uttan hvørki almennar ella privatar sociala trygging.
- Hugskot, stigtakan, sjónleikur og tekstur: Gunnvá Zachariasen
- Leikstjórn, tekstur og dramaturgi: Marita S. Dalsgaard
- Kompositión og ljóð: Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð
- Visuelt design: Silje Grimstad
- Framleiðsla: TVAZZ í samstarvi við Leikhús Skift
Leikurin er 60 minuttir til longdar.
Leið 90 (siglitíð uml. 30min.) fer úr Havn kl. 18.00 og úr Nólsoy kl. 22.25
Meira kunning á : tvazz.fo
