UPPHAV
Leikurin Upphav er um skaðadagin, sum rakti Hest 1. apríl 1919, tá tveir útróðrabátar ganga burtur, og ellivu menn sjólátast. Upphav fortelur okkum søguna um gerandislív og kor í Hesti hetta tíðarskeiðið – søguna um menn, kvinnur og børn, sum sorgbitin fóta sær eftir syndarligu bátsvanlukkurnar. Upphav er um ommu Gunnvá Zachariasen, Óluvu, sum misti pápa sín hendan vanlukkudagin, 6 ára gomul. Við hesi søgu vilja TVAZZ og Leikhús SKIFT fagna okkara formøðrum og í takksemi seta ein minnisvarða fyri teimum.
Hugskot, stigtakan, sjónleikur og tekstur: Gunnvá Zachariasen
Leikstjórn, tekstur og dramaturgi: Marita S. Dalsgaard
Kompositión og ljóð: Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð
Visual artist: Silje Grimstad úr Noregi
Framleiðsla: Leikbólkarnir TVAZZ og Leikhús SKIFT
Brot úr ummælum og viðmælum:
“…Upphav er besti leikur, eg havi sæð, at lýsa hetta fyribrigdi, hvussu kvinnur síggja seg sjálvar og saman skapa egnar søgur, ið greitt koma út um senukantin…”. Birgir Kruse, Birkblog.blogspot.com 05.10.2025
“…”Upphav er eitt tungt, men týdningarmikið verk, men ikki uttan vón. Tað sigur ikki lítið um menniskjuna í søguni, bæði hesari og í søguni sum heild, og tað sigur heldur ikki lítið um leikin. Tí vónini var tað – og vónini er tað – tørvur á…”Rólant W. Dam, Frihedsbrevet, okt. 2025
“…Jeg elsker, at dette værk er skabt af kvinder, skrevet, instrueret, spillet, formgivet og lydlagt af kvinder, som en klar og kærlig hyldest til de stærke kvinder, der blev tilbage og holdt familier og fællesskaber i live. En fængslende og dybt færøsk måde at fortælle historie på”. denandenanmelder, Instagram
“….Tí er Upphav eitt tiltrongt listaverk, sum heilt vist eigur at verða sýnt kring Føroyar eins og fyriskipararnir hava í hyggju”. Kinna Poulsen, Listaportal 05.10.2025
“…Fyri eina tjóð, ið hevur livað av og við havinum í so nógv ár, er hetta kollektiva sorgarsøgan, ið vit hava brúk fyri.”Niels Uni Dam, Facebook 05.10.2025
“… Ein smágenta missir pápa sín, ein smágenta sum nógvar aðrar smágentur. Í Hesti, Norðdepli og aðrastaðni í verðini. Ein bygd, ein ætt skal liva víðari við sorgini. Takk, Gunnvá, fyri leikin og fyri, at vit sluppu at spegla okkum, okkara upphav og okkara niðurarvaðu sorg”. Dorit Hansen, Facebook, 12.10.2025
UPPHAV vitjar eisini hesar bygdir í vár:
24. feb. Royndarhúsið í Nólsoy
27. feb. Neystið hjá Klaksvíkar Róðrafelag í Klaksvík
1. mars Losjan-Glotti við Gøtugjógv
8.-14. mars Teater FÅR 302 í Keypmannahavn
21. mars SALT í Suðuroy
25. mars Skúlin í Kvívík
27. mars Sólarris í Húsavík
29. mars Gula Smiðja í Saltangará
11. apríl Mentanarhúsið í Fuglafirði
12. apríl Stranda Bio á Strondum
15. apríl Vestmanna
18. apríl Kolsholl í Eiði
7. mai Listastovan í Miðvági
Meira kunning á: