Jarðfrøðiligt kanningararbeiði á Mars og Føroyum
Høli: Skálin
Longd: 50 min.
Uni Árting arbeiðir dagliga á Jarðfeingi, men er eisini partur av marstoyminum hjá amerikanska rúmdarstovninum NASA, og rúmdargranskingareindini CNESSS á Oslo Universitet. Her arbeiðir hann við at greina dátur frá fleiri av tólunum hjá Perseverance rovarinum, sum í nærum 5 ár hevur koyrt á Mars. Eitt av endamálunum við hesari kanningarferðini er at finna tekin uppá lív á reyðu gongustjørnuni. Annað endamál er at læra so nógv sum møguligt um jarðfrøðina har, og fyrireika møguligar missiónir við menniskjum til Mars.
RIMFAX er eitt av tólunum á Perseverance rovarinum, og er tann fyrsti georadarin ið er lendur á Mars. Hetta tolið sendur radarabylgjur niður í undirgrundina á Mars, og sendur síðani dátur aftur til jørðina sum kunna brúkast at siga frá um jarðfrøðina í undirgrundini á gongustjørnuni. Hetta tólið er ment og bygt á Oslo Universitet í samstarv eitt stórt toymi av altjóða granskarum. Tað eru dátur frá hesum tólinum sum Uni Árting greinar í samstarvi við vísindatoymið hjá NASA.
Í fyrilestrinum verður greitt frá um sjálva kanningarferðina á Mars, hví man valdi at lenda í sokallaða Jezero Crater, hvussu jarðfrøðin er háttað, og hvussu arbeiðið við at kanna jarðfrøðina í Føroyum kann brúkast á Mars. Eisini síggja vit nøkur av mest spennandi úrslitunum frá arbeiðinum á Mars.
Uni Árting og Jens L. Thomsen samstarva um eina spennandi verkætlan, har tilfar frá Perseverence verður viðgjørt listaliga. Úrslitið er eitt ljóðverk, har radiogram og upptøkur frá einum degi á Mars verða tvinnað saman til eina heilt serliga ljóðuppliving, ið tú eisini kanst uppliva í Skálanum til RÚMDARDAGAR.
Fyrilesturin er partur av RÚMDARDAGAR, eini røð av tiltøkum, har Norðurlandahúsið yvir eitt vikuskifti varpar ljós á alheimin.