Flying Superkids við Tjarnir
Flying Superkids er fimleikalið hjá Gymnastikgården, sum liggur í Aarhus V. Umleið 45 børn og ung eru við á liðnum, sum hvørt ár ferðast kring heimin við sínum forvitnisligu og bergtakandi framsýningum.
Framsýningarnar hjá Flying Superkids verða í stórhøllini við Tjarnir, og tú kanst gleða teg til eina øðrvísi uppliving saman við allari familjuni.