Loading Events
Nær
27. februar 2026 kl. 13 - 13:01
Hvar
Við Tjarnir
Prísur
DKK 1801,84

Føroya bestu vørumerki 2025

FBV25 er ein einastandandi møguleiki at fáa íblástur frá bestu føroysku vørumerkjunum og lærdóm og innlit frá dugnaligum branding serfrøðingum. Harumframt er tað eitt gott høvi til netverkan og hugnaliga samveru við onnur við brennandi áhuga fyri branding og starvsfólkabranding.

Á tiltakinum kjósa og heiðra vit Føroya bestu vørumerki í fýra flokkum, spennandi fyrilestrar vera við altjóða og heimligum branding serfrøðingum umframt sofaprát og kjak um branding. Tiltakið endar við einum brandgóðum fimmara – sum eisini kann vera startskotið til eitt hugnaligt kvøld við saman við tínum starvsfelagum.

Tiltakið er ætlað øllum sum fáast við branding, marknaðarføring, sølu, kundatænastu, vørumenning, HR, starvsfólkabranding, leiðslu og menning av fyritøkum og vørumerkjum sum heild.