Loading Events
Nær
22. februar 2026 kl. 12:30 - 12:31
Hvar
Norðurlandahúsið

Heimurin hjá tyngdarkraftini

Støða: Fá pláss eftir
Høli: Høllin
Longd: 25 min

Hvussu kunnu vit merkja á okkum, at tyngdarkraftin togar í okkum? Og hvat hendir við okkara kroppi, um vit nú brádliga eru stødd á einari gongustjørnu, har alt er lættari – ella tyngri?

Heimurin hjá tyngdarkraftini er ein rørsluverkstova fyri børn og ung, har vit spæla okkum fram til eina fatan av loyndarmálunum hjá tyngdarkraftini. Við stuttligum, kreativum og sansaligum venjingum fara vit at kanna, hvussu kroppurin reagerar í ymiskum tyngdarøkjum, og vit fara at gera royndir við at røra okkum, sum vóru vit á øðrum gongustjørnum.

Verkstovan er grundað á samstarv, hugflog og forvitni. Vit arbeiða við javnvág, improvisatión og felagsrørslum, sum lata upp fyri nýggjum mátum at merkja okkara egna kropp – bæði í rúminum og í rúmdini.

Royndir við dansi eru ikki eitt krav. Bara hugurin til at spæla, kanna og brúka kroppin sum okkara heilt egna rúmdarfar!

Dansimiðlarnir Tanya Montan Rydell og Esther Wrobel úr Sparrow Dance hjálpa til.

Aldursbólkur: úr 3 ár

Heimurin hjá tyngdarkraftini er partur av RÚMDARDAGAR, eini røð av tiltøkum, har Norðurlandahúsið yvir eitt vikuskifti varpar ljós á alheimin.