EPK & pitching fyri tónleikarar
Í dag vænta festivalar, miðlar og booking agentar, at tú hevur eitt professionelt og gjøgnumført EPK – eitt digitalt visitkort. Hevur tú ikki tað, er góður møguleiki fyri, at tey ikki opna mailin. Tað ljóðar hart, men tað er veruleikin.
Tað góða er, at á verkstovuni fært tú lykilin til tónleikavinnuna, so fólk í hinum endanum fara at lesa tínar meylar.
Verkstovan er fyri listafólk, tónleikavinnu, konsertfyriskiparar, plátufeløg og onnur, sum vilja skilja seg úr mongdini og standa sterkari, tá møguleikin er har.
Tilmelding krevst.
Fyrsti dagur: EPK – Ger títt egna digitala visitkort
Eitt EPK (Electronic Press Kit) er eitt digitalt visitkort, sum vísir, hvør tú ert sum listafólk. Eitt EPK inniheldur tín tónleik, stutta lýsing av tær, myndir og annað tilfar, sum ger tað lætt hjá øðrum at skilja teg og arbeiða við tær. Hetta er eisini nakað, sum konsertfyriskiparar og tónleikavinnan yvirhøvur kunnu tillaga til sínar málbólkar.
Fyrsti dagurin fevnir eisini um at tillaga tín EPK, so tú hevur ein til festivalar, ein til útgávur og ein triðja til booking agentar, so øll ikki fáa ein og sama EPK.
Á verkstovuni lærir tú:
– hvat ein EPK skal innihalda, og hvat ikki skal við
– hvussu tú setur tónleik, tekst og myndir saman, so tað verður greitt og professionelt
– hvussu tú gert ein EPK, sum fólk veruliga tíma at lesa og brúka
Vit arbeiða praktiskt, og tú fert heim við einum EPK, sum við fáum tillagingum er klárur at brúka.
Annar dagur: Pitching – at greiða frá tær sjálvum
Pitching er,t á tú greiðir frá, hvør tú ert, og hvat tú gert. Tað kann vera í einum telduposti, einum fundi ella einum skjótum práti við fólk í tónleikavinnuni.
Her lærir tú:
At brúka ein EPK
at seta orð á tín tónleik og tína søgu á ein einfaldan hátt
at skriva eitt pitch og greiða frá so tað kennist natúrligt og sannførandi
at tillaga títt pitch til ymisk fólk og ymiskar støður
Málið er, at tú kennir teg tryggan, tá tú tosar um títt arbeiði.
Hvør undirvísir?
Morena Comms er ein samskiftisfyritøka í London, sum arbeiðir við tónleiki og skapandi verkætlanum. Tey hjálpa sjálvstøðugum listafólkum og skapandi toymum við PR og marknaðarføring, so tey røkka longur og skapa karmar fyri eina langtíðar yrkisleið.
Fyritøkan er stovnað av Rosannu Connolly, sum hevur arbeitt hjá Universal Music, Apple og Platoon og staðið á odda fyri altjóða átøkum. Hon er WACL Talent Award-vinnari og kend fyri at hjálpa listafólkum at greiða frá síni søgu á ein greiðan og sannførandi hátt.
Philippa Arrowsmith arbeiðir við PR innan tónleik og hevur meira enn átta ára royndir við útgávum, konsertferðum og festivalum. Hon arbeiðir tætt saman við listafólkum og hjálpir teimum at finna rætta vinkulin, skapa áhuga og eina greiða og samanhangandi søgu.
Hví tú eigur at vera við
– Tú hevur egið tilfar, sum tú vilt deila við umheimin
– Tú fær professionel amboð, tú kanst brúka beinanvegin
– Tú fert heim við einum lykli, sum fer at lata nógvar hurðar upp innan tónleikavinnun.
Plássini eru ógvuliga avmarkaði, og verkstovan er ætlað teimum, sum síggja tónleikin sum eina karrieru.
