Loading Events
Nær
23. mai 2026 kl. 18 - 18:01
Hvar
Norðurlandahúsið
Prísur
DKK 150 – 250

Tórshavnar Manskór

Høli: Høllin
Longd: 120 min (íroknað steðg)

Tórshavnar Manskór, av virknastu kórum í Føroyum, hátíðarheldur 40 ár við stórfingnari konsert.

Kórið hevur øll árini, síðani tað varð stovnað, lagt dent á samstørv við onnur góð kór í grannalondum okkara. Viðurkend kór sum eitt nú Karlakór Reykjavíkur og Fóstbræður úr Íslandi, Studenter‑Sangforeningen úr Danmark, Den norske Studenter­sangforening umframt Orphei Drängar úr Svøríki – nøkur av bestu manskórunum í Norðurlondum – hava vitjað Føroyar, og Tórshavnar Manskór hevur hinvegin vitjað kórini til felagskonsertir.

Á konsertini vera ikki minni enn tríggir kórleiðarar: Marit Tøndel Bodsberg frá Den norske Studenter­sangforening, ið vitjaði í Føroyum í 2024, Friðrik S. Kristinsson frá Karlakór Reykjavíkur, som Tórshavnar Manskór hitti á fyrsta sinni í 1993, umframt fasti kórleiðarin hjá Tórshavnar Manskóri, Jón Festirstein.

Norski tónasmiðurin Tormod Tvete Vik hevur skrivað nýtt tónaverk til høvið, sum hevur heimsfrumframførslu á konsertini.