Loading Events
Nær
28. mars 2026 kl. 20:30 - 21:30
Hvar
Tórshavnar Kommuna
Prísur
Ókeypis

Jarðartímin 2026 (Earth Hour)

Earth Hour tiltak
Hetta kvøldið skipar Tórshavnar kommuna fyri hugnaligum Earth Hour-tiltaki í Hans Andriasar garði, havanum handan Sjónleikarhúsið, kl. 20.30 – 21.30.

Kristianna Winter Poulsen, forkvinna í náttúru- og umhvørvisnevndini í Tórshavnar kommunu, setur Earth Hour 2026. Síðan fer Sjúrður Hammer, náttúru-og umhvørvisgranskari, at hugleiða um hvussu ljós og ljósdálking ávirkar djór og menniskju. Anna Lovisa, sum vit kenna frá sendingini, Hoydalar, fer at syngja nøkur løg. Víkingarnir standa so til reiðar at bjóða okkum pannukøkur og heita hyllublómusaft, og at greiða frá stjørnunum og seta gátur.

Vælkomin at taka egnan kopp við til hyllublómusaftina!

Tiltakið er ókeypis.

Vit vóna, at fólk sum búgva í økinum, sløkkja ljósini heima, meðan tiltakið er, so vit fáa eina hugnaliga løtu í myrkrinum uttan nakra ljósdálking.

 

Øll kunnu luttaka í jarðartímanum við at sløkkja ljósið heima og nýta henda tíman at gera okkurt, sum ger mun fyri okkum og okkara náttúru.