Loading Events
Nær
22. februar 2026 kl. 15 - 18
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis atgongd

Friðartiltak – Føroyingar Fyri Friði

Føroyingar Fyri Friði skipa fyri einum almennum friðartiltaki, sum savnar fólk um felags virðir sum frið, virðing og samhaldsfesti. Í einari tíð, har kríggj framvegis hevur álvarsligar avleiðingar fyri menniskju, familjur og samfeløg, verður ein virðilig og friðarlig løta sett í miðdepilin, har høvi er at steðga á og minnast týdningin av friði. Serligur dentur verður lagdur á støðuna í Ukraina og tann veruleika, sum nógv menniskju liva í dag.

Á skránni eru røður, tónleikur og listaframsýning við føroyskum og altjóða luttakarum. Gjøgnum tónleik, orð og list verður ein karmur skapaður, har fólk kunnu savnast í virðing og samhuga. List og tónleikur bera fram menniskjaligar frásagnir, og røður seta orð á týdningin av friði og felags ábyrgd í okkara samtíð.

Tiltakið er ætlað øllum – børnum, ungum, vaksnum og eldri – og leggur upp til friðarliga samveru og felagsskap, har menniskju kunnu savnast á jøvnum føti og uppliva eina løtu av virðing, nærveru og felags tilvitan.