Loading Events
Nær
01. apríl 2026 kl. 21 - 23
Hvar
Havnar Bio
Prísur
DKK 100

Paradis (Maria Sødahl Danmark 2026 99 min)

Tey hava keypt ferðaseðil til eitt familjuparadís, men bráddliga verða noydd at taka støðu til grundleggjandi moralsk viðurskifti.

Útvarpsmaðurin, Jákup Magnussen, fer at innleiða filmin “Paradis”, sum leiðir okkum fil Gran Canaria.

Saman við døtrunum, Sille og Ella, eru tey farin á eina væl uppiborna all inclusive feriu á Gran Canaria. Í eina viku skulu tey fýra slappa av og sóla sær undir pálmatrøum og dyppa í havinum, sum er ljósablátt heilt út í havsbrúnna.

Men veruleikin verður ein annar, tá familjuparadísið verður órógvað av bátum við flóttum, sum sigla inn á sandstrondina.

Tá foreldrini av ósketni koyra á ein afganskan flótta, sum seinni kemur á hotellið at spyrja eftir teimum, skulu vælmeintu humanistisku virðini standa sína roynd. Tey sleppa ikki undan at svara spurninginum: Hvat er, at verða ein góð menniskja?

Danica Curcic, sum er Louise, er vælumtókt á filmi, sum til dømis Camino, Fremmed – Det første opgør og í Netflix-røðunum Kastanjemanden og Reservatet.

Esben Smed, sum er Mikkel, hevur eisini við hepni spælt fleiri høvuðsleiklutir á filmi, so sum Ser du månen, Daniel og Lykke-Per.

Norska Maria Sødahl hevur fyrr gjørt filmar í Noregi, so sum Håb við Stellan Skarsgård og Andrea Bræin Hovig.