Open Mic / Open Stage við Høgguslokk
Vertirnir Anna og Arnold bjóða aftur vælkomin við teirra entusiasmu og opnu ørmum. Tey leggja dent á eitt trygt og mennandi umhvørvi, har sangskrivarar, yrkjarar, tónleikarar og skemtarar kunnu royna nýtt tilfar ella deila tað, ið hevur ligið í skuffuni í longri tíð.
“Høgguslokk” eru næmingar á Glasi, sum royna seg í fjasi. Síggja teir onnur á pallinum spyrja teir, “Hvørji fanon eru hasi?” – ”Ei vita vit”. Teir eita Fríður og Tróndur. Høgguslokk hevur íblástur frá Chris Cornell, Zakk Wylde og ”tomfoolery” – fjákalótum. Fríður og Tróndur spæla báðir gittar og syngja. Upplærdir undir Ísakki Sambleben!
Innskriving: kl. 19.30
Høgguslokk á pall: kl. 20.00
Tiltakinum hevur Mentamálaráðið stuðlað,